Ongi úrslit

Landsliðsvenjarin hevur fingið sekkin

Claus Leth Mogensen er ikki longur venjari í HH Elite í Horsens

Jóannes Hansen
5. desember 2024 kl. 21:19

Tá ið føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti í gjár fór úr Sveis, var næsti setningurin hjá venjaranum at fara heim til Danmarkar at arbeiða víðari sum venjari hjá HH Elite í Horsens.

Í dag hevur Claust Leth Mogensen fingið at vita, at hann er sagdur úr starvinum sum venjari hjá felagnum í Horsens, sum spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini.

-Úrslitini hava verið ov óstøðug. Vit kappast fyri at vera við í DM endaspælinum, og samstundis eru vit stutt frá niðurflytingarendaspælinum. Tí er tað týdningarmikið, at vit blanda kortini av nýggjum, og tað vil í hesum førinum siga, at venjarin verður skiftur út, siga tey í Horsens.

Stutt frammanundan, at Claus Leth Mogensen fór til Sveis við føroyska landsliðnum, varð upplýst, at hann bara fór at vera venjari fram til endan á hesum kappingarárinum og ikki eitt ár aftrat, sum tað annars stóð í sáttmálanum.

Síðani hesi tíðindini bórust 14. november, hevur Claus Leth Mogensen verið upptikin av uppgávuni at venja føroyska kvinnulandsliðið. Nú hevur leiðslan í felagnum skift støðu, og føroyski landsliðsvenjarin er sagdur úr starvinum í Horsens.

Harvið er Claus Leth Mogensen í løtuni bara venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14