Ongi úrslit

Landsliðið vandi í Sundby

Í morgin verður flogið úr Keypmannahavn og til Kroatia, har HM dysturin verður fríggjakvøldið

© Myndir: FSF/Hans Erik Danielsen
Jonhard Hammer
15 tímar síðan

Í morgun fór fótbóltslandsliðið við fyrsta flogfari til Danmarkar. Málið er Kroatia, har punktum fríggjakvøldið verður sett fyri hesi HM undankappingini.

Inntil ferðalagið fyrrapartin í morgin fer úr Kastrup og til Kroatia verður hildið til í Hotel Clarion, sum er næsti granni hjá flogvøllinum í Kastrup.

Í kvøld vandi føroyski hópurin í Sundby á Amager. Í annaðkvøld, mikudagin og hósdagin verður vant í Rijeka í Kroatia, har dysturin verður fríggjakvøldið klokkan 19.45.

24 spælarar eru í ferðalagnum. Undan fráferðini gav Noah Mnenéy avboð, og síðani sendi landsliðsvenjarin boð eftir Gullbrandi Øregaard og Poul Kallsberg.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44