Ongi úrslit

Landsinnsavning

Neyðhjálp til Afganistan eftir jarðskjálvta

© ABC News
Reyði Krossur Føroya
2. sepember 2025 kl. 19:25

Reyði Krossur Føroya hevur gjørt av, at partur av peninginum, sum væntandi kemur inn frá Landsinnsavningini 6.-13. september í ár, skal latast til Afganistan.

Hetta varð avgjørt á nevndarfundi 21. august.

Sunnukvøldið 31. august varð Afganistan knappliga rakt av einum av ógvusligastu jarðskjálvtunum nakrantíð – og tørvurin á bráðfeingis neyðhjálp er fleirfaldaður síðan nevndin tók avgerðina um at neyðugt var at senda hjálp til landið.

Afganistan er eitt av fátakastu londunum í heiminum, og jarðskjálvtin er steinur omaná byrðu hjá afganska fólkinum, sum í forvegin eru sera sperd.

Fleiri enn 1.400 fólk hava latið lív í jarðskjálvtanum, og fleiri enn 3.000 fólk eru særd, sambært altjóða miðlum. Talið av deyðum heldur fram at vaksa.

Jarðskjálvtin, sum máldi 6,0 í styrki á einum øki upp á 10 kilometrar til støddar, er ein tann ógvusligasti, sum nakrantíð hevur verið í Afganistan. Jarðskjálvtin rakti serliga har eysturi og í landnyrðingspartinum av landinum. Stór øki eru oyðløgd, heilar bygdir eru lagdar í oyði eftir einari nátt, og tað er torført at fáa hjálp fram í fjallalendi har fleiri vegir eru horvnir í ristingunum. Afturat hesum hevur tað eisini regnað óvanliga nógv seinastu dagarnar, sum ger, at stórur vandi er fyri omanlopum og skriðulopum. Tí ber illa til at koyra eftir vegunum, sum enn eru heilir. Talið av deyðum kann tí vaksa enn meir, tá bjargingarfólk sleppa framat avsíðis støðum.

Reyði Krossur er til staðar í landinum og arbeiðir við at lata neyðhjálp til tey harðast raktu.

Afghanistan er sum sagt eitt av heimsins fákækastu londum, og Sameindu Tjóðir meta, at meir enn helvtin av fólkinum í Afganistan hevur tørv á bráðfeingis neyðhjálp. Og tað er ein stórur trupulleiki, at lond aftra seg við at lata neyðhjálp til Afganistan:

”Higartil hevur ongin stjórn bjóðað sær at lata stuðul til bjargingar- ella neyðhjálp”, segði eitt talsfólk fyri uttanríkismál millum annað við Reuters dagin eftir jarðskjálvtan.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

13 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44