Ongi úrslit

Landsbankin “gloymir”

Landsbankin kemur nú við sínum metingum um føroyska búskapin og staðfestir niðurstøðurnar hjá Moody’s um, at vit hava ein sterkan búskap.

Bárður á Steig Nielsen Formaður Sambandsfloksins
23 tímar síðan

Landsbankin kemur nú við sínum metingum um føroyska búskapin og staðfestir niðurstøðurnar hjá Moody’s um, at vit hava ein sterkan búskap. Tó ávarar Landsbanin ímóti, at vit hava hall í bestu tíðum, og at tað verður rikin ein konjunktur-viðgangandi fíggjarpolitikkur.

Tað er gleðiligt at fáa staðfest frá Moody’s, at føroyski búskapurin er sunnur, hóast avbjóðingar eru.

Tað sum Landsbankin “gloymir” at nevna í tíðindaskrivinum er, at Moody’s boðar eisini frá hvørjar styrkir og veikleikar eru, sum kunnu broyta ratingina av føroyska búskapinum. Her nevnir landsbankin: 

“Tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina góða meting, tí tað økir um álitið hjá íleggjarum, sum vilja veita Føroyum lán. 

Góða metingin ávirkar eisini hvørja rentu landskassin skal rinda fyri síni lán. Jú betri kredittmeting, jú lægri er rentan, tá ið landið skal taka lán. Ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður verri, millum annað um skuldin veksur munandi, ella um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað.” 

Men tað sum Landsbankin “gloymir” at nevna í tíðindaskrivinum er, at víðari stendur í frágreiðingini hjá Moody’s: 

A weakening in the relationship with Denmark could also have negative rating implications

Hetta er sera tíðandi setningur, nú fimm flokkar á løgtingi arbeiða við at taka Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, men hetta gloymir Landsbankin at nevna.


Bárður á Steig Nielsen

Formaður Sambandsfloksins


Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44