Ongi úrslit

Kyndil er trífaldur steypavinnari

Turið Arge Samuelsen hevði roknað við, at finalan móti VÍF fór at verða meiri jøvn og spennandi, enn hon varð

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Triðja árið á rað hevur Kyndil í kvøld vunnið finaluna í steypakappingini í kvinnuhondbólti.

Hóast tølini siga, at Kyndil vann 29-26, so var sigurin hjá Kyndli sera sannførandi og ruddiligur.

Tá ið tað vóru fimm minuttir eftir, var Kyndil frammanfyri 28-22. At VÍF síðstu fimm minuttirnar pyntaði um úrslitið komst av, at Kyndil skifti nógv út soleiðis, at tær, sum høvdu sitið á beinkinum, fingu nakrar minuttir á vøllinum, tá ið fokus so við og við flutti seg frá sjálvum dystinum og til fagnaðin yvir sigurin.

Hetta er triðja árið á rað, at Kyndil er steypavinnari í hondbólti, og hetta er fjórða ferðin í fimm ár, at Kyndil er steypavinnari. Og tað er merkisvert, tá ið havt verður í huga, at Kyndil tilsaman hevur vunnið átta steypafinalur. Stjørnan hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir, og tað er bara Neistin, sum hevur vunnið steypakappingina oftari enn Kyndil. Neistin hevur vunnið 14 steypafinalur.

Sum so mangan, so var Turið Arge Samuelsen ein av berandi kreftunum á liðnum hjá Kyndli. Hon skoraði átta mál, og hon var støðug hóttan hjá teimum úr Vestmanna.

-Eg hevði roknað við, at talan fór at verða um meiri spennandi og javnari finalu, enn hon vísti seg at vera. Vit vóru frammanfyri 4-2, og tá vit fimm minuttir undan steðginum vóru frammanfyri við fimm málum, so kendist tað trygt. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var leiðslan sjey mál, og so kendist spurningurin bara vera, hvussu stórur sigurin fór at verða, sigur Turið Arge Samuelsen í samrøðu við dimma.fo.

Tá ið Turið framvegis avrikar á tí støðinum, sum hon gjørdi í kvøld, so er upplagt at spyrja hana, um tað er møguleiki fyri, at hon aftur fer at spæla á landsliðnum.

-Nei, tað fari eg ikki. Tann kapitulin er liðugur fyri mítt viðkomandi, svarar Turið Arge Samuelsen avgjørd.

Ein annar av veteranunum á liðnum hjá Kyndli er Bjarta Johansen. Lítla løtu undan steðginum noyddist hon av vøllinum, tí hon hevði nógva pínu í einum fingri. Tað var spenningur um, um hon fór at vera før fyri at koma á vøllin aftur eftir steðgin. Bjarta var á vøllinum allan steinna hálvleik.

-Tað hevði verið spell, um tað ikki hevði borið til at verið við í øllum finalusigrinum, tí eg veit, at hetta var síðsta finalan hjá mær, sigur ein fegin Bjarta Johansen.

Triði veteranurin á liðnum hjá Kyndli er Bára Krossteig Hansen. Umframt saman við hinum veteranunum at vera stinn í verjuni, so skoraði hon mál við fleiri langskotum.

Ein av teimum, sum av álvara gjørdu mun í kvøld, var málverjin Gylta á Neystabø, sum bjargaði 13 ferðir, og í fleiri førum bjargaði, tá ið VÍF spælararnir vóru heilt leysar móti henni. Gylta var eftir dystarlok kosin at vera besti spælari í finaluni.

Hjá VÍF er skjótt at staðfesta, at hetta var ikki teirra dagur. Álopsspælið gekk ikki nóg skjótt fyri seg, og tað kendist ikki sum um, at ætlanirnar vóru nóg greiðar. Í verjuni var tað torført, tí álopsspælið hjá Kyndli var so fjøltáttað.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45