Ísraelska fyritøkan Celleste Bio hevur framleitt heimsins fyrstu sjokulátaplátu sum er gjørd við sonevndum kyknudyrkaðum kakaosmøri.
Frumudyrking er eitt laboratoriutøkni, har livandi kyknur, frá til dømis djórum ella plantum – verða tiknar úr teirra náttúruumhvørvi og dyrkaðar undir stýrdum umstøðum.
Celleste Bio tekur kyknur úr einari kakaobønu og dyrkar kakaosmør í einum bioreaktori, sum, einfalt sagt, er ein hátøkniligur stáltangi.
Tøknin ger tað, at Celleste Bio kan framleiða stórar mongdir av kakaosmøri, frá bert einari kakaobønu.
-Vit eru á veg til at kunna framleiða 1 tons av kakaosmøri árliga l, í einum 1000 liturs bioreaktor burturúr bert einari bønu. Hettar hevði annars kravt umleið ein hektar av kakaotrøum, stendur í tíðindaskrivi.
Hetta er fyrstu ferð, at tøknin er nýtt í einari vinnuligari sjokulátuvøru, upplýsir felagið.
Celleste Bio er langt frá tann einasta fyritøkan, sum tekur stór stig móti framtíðar matvøruframleiðslu.
Ísraelska fyritøkan Redefine Meat brúkar eisini biotøkniligar loysnir til at framleiða sína kjøtavloysaravøru, sum tey enntá 3D-prenta fyri at fáa rætta konsistensin.