Heilsugransking hevur seinastu áratíggjuni givið okkum nógva nýggja vitan og betri amboð til bæði fyribyrging og viðgerð. Kortini er eitt øki, sum leingi hevur verið lítið raðfest: heilsan hjá kvinnum.
Í Føroyum – eins og í mongum øðrum londum – hevur gransking í kvinnuheilsu verið avmarkað. Í nógv ár hevur mannakroppurin verið normurin í bæði kliniskum royndum og menning av heilivági. Hetta merkir, at nógv av tí vit vita um sjúkur, viðgerð og heilivág, byggir á kanningar við monnum sum royndarpersónum.
Avleiðingin er, at vit framvegis vita ov lítið um kvinnukroppin – bæði tann fríska og tann sjúka.
Les meira:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/kvinnur-liva-longri-men-oftari-vid-verri-heilsu