Ongi úrslit

Landsstýrið ynskir sjálvandi vápnahvíld

Tað segði Sirið Stenberg landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum í samrøðu við Kvf

© Norden.org
Jóhanna Højgaard
30. mai kl. 20:07

Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, sigur í samrøðu við Kvf í dag, at við rættinum hjá Ísrael at verja sínar borgarar, fylgir eisini ábyrgd innan fyri altjóða lóg og rætt.

Man skal tryggja tað at neyðhjálp skal sleppa fram, og at sivil fólk ikki líða. At undirstøðukervið verður varðveitt osfr. Tí er tað øguliga ræðandi, tað vit síggja í løtuni, heldur hon.

Her sipar hon til tær ræðandi myndirnar vit síggja ì miðlunum úr Gaza, og tað at neyðhjálpin ikki kemur fram til tey sum skullu hava hana.

Siri Stenberg nevnir eisini at tað gongur hart útyvir sivil, eisini børn og at tað humanitera eins væl og lóggávan skal fylgjast, eisini í einari krígsstøðu.

Eingin heldur at støðan er nøktandi, heldur ikki í okkara grannalondum. Øll eru í einari bíðistøðu.

Vit hava ikki sjálvi heimild til at seta nakað í verk ímóti Ísrael, men vit lurta eftir hvat grannalondini siga um tað.

Landsstýrið ynskjur sjálvandi eina vápnahvíld og tað man helst sær fyri sær er, at man etablerar ein tvey-stats loysn, sigur landsstýriskvinnan.

Hoyr samrøðuna her https://kvf.fo/greinar/2025/05/30/sirid-stenberg-israel-hevur-raett-verja-seg

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04