Barnavitaminpillar frá Multitabs við hindberja-jarðberjasmakki kunnu vera hormonórógvandi. Tað er niðurstøðan í einari kanning av 28 vitamintablettum, sum danska Brúkararáðið Think hevur gjørt.
Jyllandsposten skrivar at tablettirnar eru seldar í millum annað Matas, men at tað nú verður søga.
Tablettirnar sum eisini eru at fáa á apotekum, verða stigvíst burturbeindar í 2027.