Ongi úrslit

Kunnu rinda allan suðuroyartunnilin - uttan at nakar leggur merki til tað

Jaspur Langgaard hevur eitt uppskot um, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 13:17

Verður farið undir Suðuroyartunnilin, verður tað nógv tann størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu. Og tað eru eisini nógv, sum eru ímóti verkætlanin, tí at hann kostar so nógv.

Samstundis eru nógv uppskot eru um, hvussu hann kann verða fíggjaður.

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur eisini eitt uppskot um, hvussu. tunnilin kann fíggjast

Hetta er eitt uppskot av tí meiri sermerkta slagnum.

Í hesum sambandi vísir Jaspur Langgaard til Betri Samtakið, sum fevnir um banka og tryggingar av ymsum slagi.

Tað øll sum eru viðskiftafólk hjá Betri Banka eiga ein part í honum. Og hann spyr um tað ikki er ein møguleiki at einskilja Betri Samtakið, tí tað hevði kanska givið einar fýra ella fimm milliardir í inntøkum.

– Varð pengurin, føroyingar eiga í Betri Samtakinum, settur í Suðuroyartunnilin, hevði hann ikki verið betri farin. Bankin hevði hildið fram sum áður, men so átti Føroya fólk ein Suðuroyartunnilin ístaðin fyri ein banka, heldur Jaspur Langgaard.

Soleiðis kunnu vit fíggja Suðuroyartunnilin - uttan at nakar sum helst hevði lagt merki til tað, heldur hann.

Upprunaliga er eitt eitt hugskot, Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, áður hevur nevnt fleiri ferðir og nú hevur Jaspur Langgaard altso tikið táttin upp. Hans Jacob Thomsen heldur kortini ikki, at bankin skal einskiljast, tí hann vil heldur hava ein almannagagnligan banka.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17