Ongi úrslit

Kunnu aftur reka vinnuligan fiskiskap

Almanna-og Vinnumálaráðið
6 tímar síðan

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur nú lýst kunngerð, sum ger, at útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5 B aftur kunnu reka vinnuligan fiskiskap.

Fiskidagarnir hjá bólki 5 B vóru uppi í oktober í ár.

Løgtingið samtykti einmælt fyrr í vikuni at broyta sjófeingislógina soleiðis, at landsstýrismaðurin eisini kann loyva, at óbrúktir fiskidagar í bólki 5 í 2024 kunnu flytast til 2025. Eftir nýggju ásetingini í lógini kann dagatalið í bólki 5, at flyta til árið eftir, tó ikki vera meira enn 10 prosent av tillutaðu døgunum árið fyri.

Kunngerðin, sum nú er lýst, ber í sær, at bátar í bólki 5 B kunnu brúka av flutta dagatalinum og avreiða veiðuna.

Enn eru dagar eftir hjá fullriknu bátunum í bólki 5 A , men um teirra dagar verða uppi, kunnu teir eisini brúka av fluttu døgunum.

Í 2024 fekk bólkur 5 samanlagt tillutað 7.765 fiskidagar. Av hesum vórðu 3.042 ikki brúktir. Við avmarkingini upp á 10 prosent vera sostatt 757 fiskidagar at flyta til 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35