Ongi úrslit

Kristian heldur fram í barndómsfelagnum

Kristian Joensen verður eisini í 2026 málverji í NSÍ

NSÍ
1 tími síðan

32 ára gamli Kristian Joensen hevur í dag skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Kristian byrjaði sína leikaraleið í NSÍ, tá ið hann í 2010 tók dystin upp við navnframa András Gángó um plássið millum stengurnar hjá teimum gulu og svørtu við Løkin. Síðani tað hevur Kristian leikt ikki færri enn 269 dystir tilsamans í bestu mansdeildini í Føroyum, har hann hevur leikt við 07 Vestur, B68, EB/Streymi og serliga KÍ. Harafturat hevur Kristian leikt 17 dystir í evropeisku kappingunum, har hann hevur umboðað NSÍ og KÍ.

Eftir gott og væl 10 ár í útlegd, vendi Kristian í 2022 nøsina heim aftur til Løkin, tá ið NSÍ mátti tungu leiðina niður í 1. deild. Hetta var okkum ein kærkomin styrkur, og hevur Kristian síðani verið okkum ein brandur bæði á og uttanfyri vøllin.

Í NSÍ gleðast vit um, at ein av okkara egnu heldur fram í felagnum. Til lukku við sáttmálanum, og vit ynskja tær alt tað besta í komandi kappingarárinum.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Ov langt hjá nógvum havnarfólki at fara til lækna

27. november kl. 09:13