Ongi úrslit

Krevja deyðarevsing til Tyler Robinson

Robinson hevur enn ikki fingið nakran advokat enn.

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

NBC News boðar frá, at Tyler Robinson, 22 ára gamal og skuldsettur fyri at hava skotið og dripið konservativa Charlie Kirk, møtti í rættinum í dag fyri fyrstu ferð, eftir at hann varð handtikin.

Løgmálaráðið í Utah County boðaði á tíðindafundi í dag frá, at Robinson er skuldsettur fyri morð og at forða fyri gransking, millum annað.

Ákæruvaldið segði, at tey fara at krevja deyðarevsing til Robinson.

Deyðin hjá Charlie Kirk elvdi til sorg, og eina avgerð um at halda fram við hansara konservativu boðskapi frá politikarum, eitt nú Donald Trump forseta og varaforseta JD Vance.

Robinson luttók umvegis videoleinkju í einum rættarsali í Utah County í dag. Hann sat kensluleysur, meðan dómarin í landsrættinum, Tony Graf Jr., las ákærurnar móti honum.

Robinson tosaði bert, tá hann varð biðin um at siga navn sítt. Hann sá út til at nikka, tá Graf segði við hann, at hann fór at vera verandi fongslaður uttan trygd(Eitt gjald fyri at vera leysur inntil rættargongd)

Robinson hevur enn ikki fingið nakran advokat. Hann hevur ikki ráð til ein advokat, so ein verður settur av statinum. Tað skal vera ein við speciali í deyðarevsing.

Næsta hoyring er ásett til klokkan 10.00 tann 29. september.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20