Allar kommunurnar í Suðuroy skulu senda landsmyndugleikunum eitt felags krav um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður latin upp aftur.
Tað halda tey í Vágs býráð.
Á seinasta býráðsfundi í Vági, reistu Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og Marin H. Gårdlykke býráðslimur fyri Sambandslokkin, málið um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tey halda, at Vágs býráð eigur at seta seg í sambandi við hinar seks kommunurnar í Suðuroynni við tí endamáli at senda landsmyndugleikunum eitt felags krav frá øllum kommunum um at føðideildin skal lata upp aftur.
Og hon skal verða opin til Suðuroyartunnilin letur upp.
Og tað samtykti býráðið einmælt.
Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd í 2016 og tey bæði siga, at síðani tá er talið á føddum børnum í Suðuroynni minkað.
Í 2016 vórðu 51 livandi børn fødd í Suðuroynni og síðani hevur talið á føddum børunum ligið ímillum 30 - 40 børn um árið.
Frá 2000 til 2015 hava suðuroyingar findið 50 -70 børn um árið - við nøkrum heilt fáum undantøkum upp á fýra ár, tá ið 42 - 47 børn vóru fødd um árið.
– Ivaleyst eru aðrar avbjóðingar ið gera, at talið á føddum børnum er minkandi, siga teir báðir býráðslimirnir.
Men tey halda, at í øllum førum, er tað ein stór avbjóðing fyri barnafamljur í Suðuroy, at føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, varð latin aftur.
Tað er eisini ein forðing fyri barnafamiljur í Suðuroy, ið ynskja sær fleiri børn, og fyri barnafamiljur aðrastaðni, ið vilja seta búgv í oynni, halda tey.
Tey minna eisini á, at eftir politiskt trýst, varð tað sett í verk, at nýrasjúklingar í Suðuroynni kundu fáa dialysu á Suðuroyar Sjúkrhúsi.
Men tey halda, at tað er sera harmiligt, at tað ikki eisini er politiskur vilji til at fáa føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi at virka aftur, soleiðis at tað gerst liviligt at verða barnafamilja í oynni.