Aftur í gjárkvøldið var løgreglan á vegnum ígjøgnum Kambsdal og kannaði ferðsluna. Royndirnar vísa, at har koyra bilførarar ofta alt ov skjótt, tí vegurin er so góður.
Og í gjárkvøldið var einki undantak. Løgreglan sigur, at tveir bilførarar vórðu tiknir í gjárkvøldið fyri at koyra alt ov skjótt.
Har er loyvt at koyra 80, men hesir báðir bilførararnir koyrdu ávikavist 123 og 133 kilometrar um tíman.
Sostatt varð koyrikortið tikið á staðnum og bilførararnir mugu lata bilarnar standa og fáa onkran at koma eftir sær.
– Í slíkum førum verður avroknað á staðnum, sigur løgreglan.