Ongi úrslit

Koyrdi við kenning - í traktori

Áki Bertholdsen
1. august kl. 07:53

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Kaldbak, har ein traktorur var farin út av vegnum, og var koppaður.

Løgregla og bjargingarfólk komu á staðið og fingu føraran úr traktorinum.

Men løgreglan varnaðist, at førarin var ikki heilt edrúur og tí varð hann biðin um at blása. Og tá slóð mátarin út.

Førarin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar í samband við óhappið og í sama viðfangi varð so blóðroynd tikin av honum fyri at staðfesta promilluna.

Hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og úrslitið av blóðroyndini verður so avgerandi fyri, hvør revsingin verður.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46