Ongi úrslit

Konsert við Sissal

Í annaðkvøld á OY

OY
27. desember 2025 kl. 19:26

Sissal hevur verið á føroyska tónleikapallinum undir navninum Sissal Jóhanna Niclasen í nógv ár, men gjørdi seg av álvara eyðmerkta, tá hon vann danska Melodi Grand Prix í mars 2025. Har gjørdist hon stórfavorittur, bæði vegna hennara stóru rødd, stóru persónligheit og hennara tendens til at tala yvir seg, og vera húðleyst erlig.

Í mong ár hevur hon verið kend í Føroyum fyri at vera sína stóru og sjáldsomu rødd. Tó var tað, tá hon vann danska Melodi Grand Prix 2025, at hennara ferð í tónleikapallinum av álvara gjørdi um seg, við popputum og elektroniskum ljóði blandað við stórum vokali.

Í novembur 2024 útgav Sissal sína fyrstu EP ‘Hear Me Now’, men ‘Hallucination’ bleiv sangurin hjá henni, sum opnaði hurðar, íð kendist ómøguligar. Stóra røddin sang seg út úr sjónvarpinum og inn í øll hjørtu. Síðani hevur hon útgivið nýggja staklagið ‘I’m not crying, I’m dancing’. Ein sangur á donskum, sum er ein forlongd frágreiðing av hon var við í Vild Med Dans.

Nú verður gjørligt at hoyra hesa vøkru røddina aftur í Føroyum. Sissal heldur nevniliga eina konsert í OY í annaðkvøld klokkan 21.00

Konsertin verður ein frágreiðing um persónlig ting, dreymir, og um at tora at fara útum rammurnar.

Bæði kendar útgávur og nýggj løg vera at hoyra. Sissal blandar organisk ljóðføri við elektroniskum ljóði - eitt univers, ið bæði kann verða eksplosivt, nærverandi, stuttligt og sárbart. Á pallinum hevur hon við sær dugnaligar tónleikarar, ið hava gjørt nógv um seg í Føroyum. Saman við Sissal skapa teir eina intensa og nærverandi live framførsðslu.

Tað verður ein konsert, ið bæði rørir, lyftir og yvirraskar - eitt kvøld har publikum far loyvi at merkja Sissal heilt tætt uppá.

Keyp Atgongumerki her

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41