Ongi úrslit

Kong Charles á vitjan í USA

Hann er ein frálíkur maður

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Charles kongur og Camilla drotning lendu í Washington D.C. á degnum fyri Amerikanska 250-árs óavhangigheit frá Onglandi. Hettar er teirra fyrsta amerikanska statsvitjan sum kongshjún.

Kongaliga vitjanin var annars spádd at møguliga blíva avlýst, eftir skotálopið á borðhaldið hjá tíðindafólkum frá Hvítu Húsunum. Men so var ikki og kongshjúnini komu til USA í dag, við øktari trygd og smærri tillagingum í teirra tíðarætlan, skrivar BBC.

Donald Trump segði í síðstu viku, at ríkisvitjanin hjá Charles kongi og Camillu drotning, kann vera við til at bøta um viðurskiftini millum Bretland og USA.

Tá Trump var spurdur í telefonsamrøðu við BBC, um vitjanin kundi hjálpa til at viðgera sambandið, segði hann:

-Absolutt. Hann er fantastiskur. Hann er ein fantastiskur maður. Absolutt er svarið ja. Eg kenni hann væl, eg havi kent hann í áravís, segði hann.

Hann er ein djarvur maður, og hann er ein frálíkur maður. Tað vildi absolutt verið positivt, segði hann at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39