Ongi úrslit

Sluppu inn við vinkulslípara

Ránið hendi á alljósum degi

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:45

Louvre, kenda savnið í París, har ið víðagitni málningurin av Monu Lisu hongur, var í dag stongt annan dag á rað, meðan løgreglan kannar málið um ránið í gjár. Hendingin hevur elvt til ósemju um manglandi trygd á søvnunum í Fraklandi.

Fýra ránsmenn í sonevndari balaclava-húgvu (húgva við holi til eygu og munn) møttu upp uttan fyri Louvre á vegnum fram við kendu Seine-ánni.

Teir nýttu har ein stiga, sum er fastur á einum akfari, til at fara upp eftir síðuni av bygninginum.

Við vinkulslípara sluppu teir síðan inn gjøgnum vindeygað. Hetta hendi alt á alljósum degi klokkan 09.30 á morgni.

Níggju smúkkur vórðu stolnar, og bert tvær eru funnar aftur. Millum teirra er krúnan hjá Eugénie, keisaradóttrini, sum varð funnin við buglum uttan fyri savnið. Tjóvarnir mistu lutirnar, tá ið teir flýddu. Onnur smúkkan, hvørs slag ikki er tilskilað, varð funnin í rúminum, har ið innbrotið fór fram.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45