Ongi úrslit

Kommunur kunnu selja grundstykki við undirskoti - viðhvørt

Tað er rættiliga ymiskt hvat grundstykki kosta á ymsum plássum. Savnsmynd
Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Undir ávísum umstøðum hava kommunur loyvi at selja grundstykki við undirskoti. Tað ger Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, greitt.

Hetta hevur verið eitt stórt stríðsmál í fleiri ár. Tað hevur verið ført fram, at kommunur skulu selja grundstykki fyri kostprís, tað er fyri prísurin, tað kostar at útvega tey og gera tey byggibúgvin.

Tað hevur Tórshavnar kommuna hildið seg til. Men fyri ikki at liggja innibrend við grundstykkjum í smábygdum í kommununi, eru grundstykki í bygdunum kortini seld fyri lægri prís.

Samstundis er tað vanligt, at bý- og bygdaráð selja grundstykki fyri nógv minni enn tey kosta at útvegað.

Og nú hevur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurt landstýrismannin, hvat vendir upp, og hvat vendur niður í hesum máli.

Bjarni Kárason Peteren sigur, at tá ið kommunal grundstykki verða seld fyri marknaðarprís, verður víst til grundregluna um, at ólógligur stuðul má ikki veitast nøkrum sambandi við sølu av kommunalum grundstykkjum.

Men kravið um, at grundstykki skulu seljast fyri marknaðarprís, førir eisini við sær, at ein kommuna kann ikki selja grundstykki fyri kostprís í teimum førum har marknaðarprísurin er hægri enn kostprísurin.

Í slíkum førum kann ein kommuna hava yvirskot av grundstykkjunum.

Men hinvegin kann kommunan selja grundstykki har marknaðarprísurin er lægri enn kostprísurin.

– Hetta merkir, at ein kommuna kann hava undirskot av at útvega grundstykki.

Men ein kommuna kann bara selja grundstykki við undirskoti tá ið hetta verður mett at vera betri fyri kommununa, heldur enn at bíða eftir at marknaðarprísuri hækkar.

Hevur ein kommuna útvegað grundstykki, og tað vísir seg, at vera frægast fyri kommununa sum heild at selja grundstykkini við undirskoti, er ein slík søla lóglig, sigur landsstýrismaðurin.

Men Bjarni Kárason Petersen leggur afturat, at vísir tað seg, at galdandi reglur hava óneyðugar avmarkingar ella manglandi gjøgnumskygni við sær, er hann sinnaður at endurskoða lógina.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45