Ongi úrslit

Koma heim úr Tróndheimi við nógvum lærdómi

Hondbóltur menn: Næstu dystirnir hjá Føroyum verða tveir EM-fyrireikingardystir móti Italia á heimavølli. Hesir verða leiktir Við Tjarnir fríggjadagin 9. januar og sunnudagin 11. januar

© Myndir: HSF/Lars Rune Skaug
Hondbóltssamband Føroya
Í gjár kl. 15:42

Hóast stórtap á 39-24 fyri donsku heimsmeistarunum, so kunnu Føroyar taka nógv við sær frá dystinum í dag og Golden League kappingini sum heild.

Føroyar fingu ein hampuliga góða byrjan uppá dystin og fylgdust liðini fyrstu løtuna. Okkara spældu eins og áður 7 móti 6, og komu okkara til góðar kjansir. Nøkur brend føroysk skot gjørdu síðani, at Danmark so líðandi løgdu seg á odda við nøkrum málum. Føroyska spælið var tó, í stóran mun, gott, men fingu okkara nógvar útvísingar, og tað vóru serliga hesar løturnar at danir vóru eirindaleysir og gjørdu nógv mál. Føroysku málverjarnir høvdu tað eisini trupult í fyrra hálvleiki, har var ongin bjarging. Føroyska verjan stóð annars hampuliga væl, tá hon var fullmannað, men vóru eisini støður, har Mathias Gidsel, Thomas Arnoldsen og Simon Pytlick vístu, hví teir er millum heimsins bestu. Danmark dróg frá og munurin gjørdist heldur stórur, 22-13 við hálvleik.

Stóri munurin á liðunum í seinna hálvleiki var Emil Nielsen í danska málinum. Okkara fingu eingi løtt mál móti danska málverjanum, sum hevði heili 19 bjargingar í dystinum. Danmark spældu nógv 7 móti 6 í seinna hálvleiki, og tá okkara løgdu fyri við at fáa enn tvær útvísingar beint sum hálvleikurin byrjaði bleiv tað torført. Úrtøkan í seinna hálvleiki var tó frægari í mun til í fyrra, og munurin vaks bert við 6 málum. Pauli Jacobsen kom ígongd í føroyska málinum og hevði 6 bjargingar. Okkara komu eisini til fleiri kjansir, men var Emil Nielsen ein avbjóðing. Ferfaldu heimsmeistararnir vóru góðir og vunnu trygt 39-24.

Eftir dystin var Hákun West av Teigum kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini føroyskur toppskjútti við 7 málum, har hann gjørdi 6 uppá 7 kjansir á vonginum og 1 uppá 2 við brotskasti.

Næstu dystirnir hjá Føroyum verða tveir EM-fyrireikingardystir móti Italia á heimavølli. Hesir verða leiktir Við Tjarnir fríggjadagin 9. januar og sunnudagin 11. januar.

Dystargongdin Danmark – Føroyar:

5 min. 4-4

10 min. 8-5

15 min. 12-8

20 min. 13-9

25 min. 18-11

30 min. 22-13

35 min. 26-15

40 min. 28-17

45 min. 33-21

50 min. 33-21

55 min. 35-23

60 min. 39-24

Danmark – Føroyar 39-24 (22-13)

Føroyar: Hákun West av Teigum 7 (1), Ísak Vedelsbøl 3, Teis Horn Rasmussen 3, Allan Norðberg 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Óli Mittún 2, Leivur Mortensen 1, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1, Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Pauli Mittún

Málverjar: Pauli Jacobsen 47 minuttir og 6 bjarginar og Aleksandar Sasha Lacok 13 minuttir

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32