Ongi úrslit

Kom á várkvøldsetu á Kambsdali 12. mars kl.19

Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum er millum tað nógva, sum er á skránni

kambsdalur.fo
2 tímar síðan

Á Grækarismessu, hóskvøldið 12. mars kl. 19, bjóðar Miðnám á Kambsdali til árligu várkvøldsetuna. Okkara dugnaligu næmingar borðreiða aftur í ár við einari fjølbroyttari og spennandi skrá. Øll – foreldur, avvarðandi, systkin, vinfólk og onnur – eru hjartaliga vælkomin.

 Várkvøldsetan er eitt afturvendandi tiltak á Kambsdali. Í ár verður nógv at síggja og hoyra. M.a. næmingafilmar, tónleikaframførslur, m.a. bólkurin Icebreakers á serbreytini, Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum.

Valfepurin er hækkandi í hesum døgum, og á kvøldsetuni fer okkara egni valviðmerkjari, Jóannes Hansen, at taka fepurin og hugleiða um val og fólkaræði.

Alt kvøldið verður sjálvandi møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara um ivamál í samband við umsóknir til miðnám. Freistin er sunnudagin 15. mars.

Í steðginum er ókeypis drekkamuður í miðhøllini, har møguleiki verður at hitta næmingar og lærarar, práta saman og hyggja nærri at verkunum, sum eru gjørd í samband við kvøldsetuna.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin til eitt lívligt, spennandi og hugnaligt grækarismessukvøld á Kambsdali.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

21 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36