Matstovan Koks hjá Gist & Vist, sum í ár heldur til Frammi við Gjónna, hevur seinastu árini vunnið miklan heiður. Eitt nú við at vera upptikin í ferðafólkavegleiðingina hjá Michelin við einari stjørnu.
Men eisini við at vera komin á fleiri listar yvir heimsins bestu og mest spennandi matstovur. Eitt nú við The Nordic Prize sum ársins matstova í Norðurlondum, einum 46. plássi á OAD Top 100 European Restaurants og einum 12. plássi á White List yvir bestu matstovur í Norðurlondum.
Nú er Koks so komin á enn ein heiðurligan lista.
Talan er um Lonely Planet, sum er ein nógv vird ferðamannaguide, sum mest vendir sær móti krabbagággum, ’backpackers’. Harvið er ikki sagt, at málbólkurin ikki hevur pengar. Tað skal meira fatast sum ein málbólkur, ið søkir ævintýr og serstakar upplivingar.
Lonely Planet hevur nú givið út bókling, eina vegleiðing ella ’guide’ fyri ’foodies’ – altso matelskarar, sum gjarna ferðast langt eftir eini góðari máltíð.
Bóklingurin kallast ’Ultimate Eatlist – the 500 best dishes to eat on the Planet... Ranked”.
Koks er nummar 410 á listanum. Og lesarin freistast við møguleikanum at uppdaga ta serstaku lokalu føroysku matmentanina.
Hetta skrivar guidin um Koks: ”Fjart liggjandi, ávirkað av harðbalnu veðurumstøðunum, hava føroyingar lært at brúka hugflogið tá talan er um mat. Tað er ein sterkur hugburður knýttur at tí at stuðla framleiðarum á staðnum og teirra serstøku vørur. Í 2017 fingu Føroyar ta fyrstu Michelin stjørnuna til Koks matstovuna fyri nýskapandi máltíðina við 17 rættum av lokalari framleiðslu. Matstovan flutti í apríl 2018 í eitt aldargamalt bóndahús, fjarskotið í dalinum við Leynarvatn. Har starvast ein hópur av kokkum, kavarum, fiskimonnum og bóndum, ið eru við til at fáa til vega eina serstaka matarskrá, alt eftir árstíðini og tí oftani harðbalna verðurlagnum. Øll upplivingin er ein vitnisburður um treiskni, smakk og stoltleika av staðnum”.
Topp 10 listin yvir matupplivingar hjá Lonely Planet eru annars hesar:
1. Pintxos (smáir asturiskir/baskiskir munnbitar) í San Sebastian, Spania
2. Karry laksa (ein nudlusuppa) í Kuala Lumbur, Maleisia
3. Sushi í Tokyo, Japan
4. Neytabringa í Texas, USA
5. Som tun (ein sterk papaya salat) í Bangkok, Teilandi
6. Smyrjibreyð í Keypmannahavn, Danmark
7. Crayfish (feskvatnshummari) í Kaikoura, Ný Sælandi
8. Bibimbap (ein serligur rísrættur) í Soul, Suðurkorea
9. Pizza Margherita í Napoli, Italia
10. Dim sum (kinesiskir smárættir) í Hongkong