Ongi úrslit

Kokkanæmingar í Klaksvík við í norðurlendskum samstarvi

Frá vinstru eru tey Kári Lamhauge, næmingur, Krista Kjærbo, næmingur, Walter Nysted, næmingur, Mogens Højsted, næmingur og Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari
Áki Bertholdsen
16. oktober kl. 13:54

Í fjør var Matvørubreytin í Tekniska Skúla Klaksvík, við í einari Norðurlendskari verkætlan, ið kallaðist Taste of The Nordics.

Lærari og næmingar á kokkaskúlanum áTekniska Skúla Klaksvík, TSK,  fóru í fjørheyst til Noregs, har føroysku næmingarnir arbeiddu saman við kokkanæmingum úr Íslandi og Noregi. Næmingarnir borðreiddu við siðbundnum mati úr teimum trimum londunum og í tí sambandi varð ein dokumentarfilmur gjørdur av verkætlanini. Filmurin kann síggjast her: the film 

Filmurin varð tilnevndur eina heiðursløn í felagsskapinum, International Institute of Gastronomy, Culture, Arts and Tourism, ella IGCAT.

Og á World Gastronomy Summit 2025 í Barcelona, varð filmurin heiðraður sum vinnari í bólkinum, Educating for the future.

Eitt endamál við IGCAT er at varpa ljós á týdningin av siðbundnum og burðardyggum matvørum úr ymsum heimspørtum.

Hetta er beint í samsvari við eitt aðalmál hjá kokkaskúlanum, har føroysk matmentan er ein týðandi partur av undirvísingini í kokkaútbúgvingini, sigur skúlin í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17