Ongi úrslit

Kodio yvirtekur virksemið hjá Brúsá

- Avgerðin at selja virksemið í felagnum er nógv merkt av, at eg seinasta hálvaannað árið havi verið nógv upptikin av øðrum arbeiði, sigur Jákup Brúsá, eigari og nevndarformaður í Brúsá

kodio.fo/Tíðindaskriv
30. mai kl. 17:50

Frá 1. juni 2025 yvirtekur føroyska KT-fyritøkan Kodio alt virksemið hjá talgildu samskiftisfyritøkuni Brúsá Sp/f. Fyritøkurnar hava gjørt avtalu sínámillum, sum inniber, at Kodio yvirtekur kundarnar og starvsfólkið hjá Brúsá.

 

Kodio hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at styrkja sína støðu bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Føroyska fyritøkan hevur meira enn 10 ára royndir innan talgildar loysnir, so sum heimasíður, intranet, grafisk sniðgávu v.m. og hevur seinastu árini gjørt seg galdandi á danska og grønlendska marknaðinum.

 

- Tað gleðir okkum at fáa serfrøðina í fyritøkuni Brúsá inn í okkara amboðskassa, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio. Hetta ger, at vit styrkja enn meira um okkara støðu á talgilda marknaðinum.

 

Fyritøkan Brúsá Sp/f hevur arbeitt innan talgilda marknaðarførslu í fleiri ár og hevur bygt upp eitt sterkt kundagrundarlag, dugnalig starvsfólk og støðu á føroyska marknaðinum.

 

- Avgerðin at selja virksemið í felagnum er nógv merkt av, at eg seinasta hálvaannað árið havi verið nógv upptikin av øðrum arbeiði, sigur Jákup Brúsá, eigari og nevndarformaður í Brúsá. Tí kendist tað sum ein røtt loysn at selja virksemið til Kodio, so bæði kundar og starvsfólk framhaldandi eru í tryggum og dugnaligum hondum.

 

Avtalan inniber ikki keyp av fyritøkuni ella navninum Brúsá, men av verandi virksemi í felagnum. Fyritøkurnar báðar arbeiða nú við eini yvirgongd fyri at tryggja eina smidliga yvirtøku bæði fyri kundar og starvsfólk.

 

Við hesum styrkir Kodio sína støðu sum ein av fremstu veitarunum innan talgildar samskiftisloysnir. Við yvir 1000 kundum og 40.000 intranet-brúkarum hevur Kodio bygt upp eina sterka støðu á norðurlendska marknaðinum, og arbeiðir við kundum frá smáum fyritøkum til almennar stovnar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04