Royn tað beint nú! Tú sleppur ikki at siga tína meining ella hvat tú hugsar, tú sleppur ikki at skriva tað og tú sleppur ei heldur at gera tekin. Bara ja og nei og kanska nikka við høvdinum. Hvussu leingið hevði tú klára at verið í hesari støðu? Hvussu leingið hevði tín familja og tíni børn klára at hildið hesa støðu út?
Tað eru vaksin í hesum landið, ið kanska hava fingið ein blóðtøpp ella eina heilabløðing, sum yvirlivdu, men sum samstundis hava mist sínar førleikar at tosa, lesa og skriva. Tey vita hvat tey vilja siga, men tey kunnu ikki og tey og familjan fáa ikki nóg góða hjálp.
Audiologopedisk viðgerð skal raðfestast!
Audiologopediska økið í Føroyum er alt ov illa raðfest. Tey sum eru á økinum muga renna sum fluga í fløsku millum menniskju, ið tørva teirra hjálp og hava ongan kjans at geva hesum menniskjum tað hjálp, teimum veruliga tørvar.
Avleiðingarnar av ikki at fáa audiopedologiska hjálp eru syrgiligar. Persónurin, ið hevur mist sínar málførleikar, má bara liva við hesum, uttan vón ella møguleika fyri nakrantíð, at kunna koma at tosa aftur - ella á annan hátt, fáa ment alternativar mátar at samskifta við sína familju uppá. Hetta skapar djúp sálarlig arr og kensluligar og kropsligar frustrasjónir. Familjan fær ei heldur vegleiðing í øðrum samskiftishættum og má bara liva við sorgini - og børnini hava fyri lívið mist sambandið við sín pápa ella við sína mammu - sum tey kendu tað. Og á ellis økinum vera tey eldru mest sum bara parkeraði.
Hjálpin skal fylgja familjuni
Tað eigur at vera fullkomiliga líka mikið, hvørja skipan persónurin hoyrir til og um tað er kommuna ella land, ið er ábyrgdari. Familjan er í djúpari kreppu og skal ikke renna frá Pontius til Pilatus fyri at fáa hjálp. Audiologopedisk viðgerð skal sjálvandi fylgja persóninum. Fyri at persónurin og familjan skulu fáa nóg góða hjálp má taluviðgerð veitast nógv meira en nakrar fáar ferðir um vikuna, og tað ber ikki til at viðgerðin støðgar í fleiri vikur, tí at onkur er í feriu – hetta er meiningsleyst. Tað hevur alstóran týdning, at intensiv viðgerð verður veitt javnt og samt yvir tíð og beinanvegin – og at hon blívur við. Og sjálvandi má familjan fáa dygdar vegleiðing, eisini í øðrum samskiftishættum, soleiðis at tey, sum eru um persónin framhaldandi kunna menna persónin og sítt egna samskiftið við hann.
Tað eigur at vera skipa eitt stað, har bæði rakti persónurin og familjan kunnu venda sær til, fyri at fáa nóg góða hjálp og vegleiðing og hendan eindis skal sjálvandi vera før fyri at veita hesa tænastu í praksis og ikki bara á pappírinum. Familjur skula ikki sendast heim úr Danmark til hjálp, ið ikki er til.
Nú, hvussu gekk at tosa uttan mál?
Birita Lamhauge Jóansdóttir
Valevni fyri Fólkaflokkin