Ongi úrslit

Klaksvíkar Kommuna tekur átalu til eftirtektar eftir álvarsligt KT-trygdarbrot

Klaksvíkar Kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar eftir eitt álvarsligt trygdarbrot í 2024.

© Klaksvíkar Kommuna.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Kommunan hevur fingið átalu og kravboð, og arbeiðir nú við at fáa viðurskiftini í rættlag innan freistina 1. august 2026.

Dátueftirlitið staðfestir, at trygdin hjá kommununi ikki var nøktandi. Ein høvuðsorsøk var, at eingin váðameting var gjørd áðrenn trygdarbrot í september 2024.

▶️ Les eisini Klaksvíkar kommuna fær álvarsliga átalu eftir trygdarbrot

Teldusníkar fingu atgongd til KT-skipanirnar og vóru inni í skipanunum frá 8. til 28. september. Tá varð alt netverkið sløkt. Kommunan boðaði Dátueftirlitinum frá 24. september og sendi eina nærri frágreiðing í november.

Ein frágreiðing vísir eisini, at verjan hevði veikleikar, og at upplýsingar mest sannlíkt vórðu tiknir, áðrenn skipanirnar vórðu darvaðar.

Krav um broytingar og nýggja váðameting

Dátueftirlitið hevur givið kommununi bæði átalu og kravboð. Kommunan skal millum annað gera eina váðameting og tryggja, at KT-trygdin er nøktandi.

Eftirlitið hevur sett freistina til 1. august 2026 at fáa viðurskiftini í rættlag. Kommunan upplýsir, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og at hon arbeiðir miðvíst við at lúka krøvini.

Kommunan hevur sett tiltøk í verk

Klaksvíkar kommuna upplýsir, at kommunan tekur málið í álvara. Síðani hendingina eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at styrkja trygdina.

Hetta fevnir um betri mannagongdir, økt eftirlit og arbeiði við nýggjum trygdarskipanum. Kommunan er eisini í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um neyðugar broytingar.

Kommunan leggur dent á, at verjan av persónsupplýsingum hjá borgarum hevur høga raðfesting, og at arbeiðið við talgildari trygd heldur fram.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01