Eftirlitið staðfestir á heimasíðuni, at kommunan ikki hevði gjørt neyðuga váðameting, og at trygdin tí ikki var nøktandi.
Trygdarbrot fór fram í september 2024. Teldusníkar fingu atgongd til KT-skipanirnar og vóru inni frá 8. september til 28. september. Tá varð alt netverkið sløkt. Kommunan boðaði Dátueftirlitinum frá brotinum 24. september og sendi eina nærri frágreiðing í november.
Eingin váðameting gjørd áðrenn brotið
Dátueftirlitið kannaði, um kommunan hevði sett hóskandi trygdartiltøk í verk. Eftirlitið staðfesti, at eingin váðameting var gjørd áðrenn brotið. Sambært reglunum er hetta í sær sjálvum nóg mikið til at meta, at trygdin ikki er nøktandi.
Ein frágreiðing frá einari útlendskari KT-trygdarfyritøku vísir eisini, at verjan hevði veikleikar. Tað var mest sannlíkt, at upplýsingar vóru tiknir, áðrenn skipanirnar vórðu bronglaðar.
Kravboð um betri trygd framyvir
Dátueftirlitið metir, at kommunan við grovum ósketni hevur brotið dátuverndarlógina. Kommunan fær tí bæði átalu og kravboð um at gera eina váðameting.
Eftir brotið hevur kommunan styrkt KT-trygdina. Nú skal ein nýggj váðameting vísa, um tiltøkini eru nóg góð, ella um fleiri broytingar eru neyðugar.