Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur latið Kinnu Poulsen, ummælara og listamiðlara, Heiðursgávu landsins 2025.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meira enn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist. Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands.
Fyri sítt áhaldandi arbeiði sum ummælari og miðlari av føroyskari myndlist verður Heiðursgáva landsins latin Kinnu Poulsen.
Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Les alla grundgevingina niðanfyri:
https://landsstyri.cdn.fo/.../heidursga-va-2025-a4.pdf...
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen