Kinesiska rúmdarumsitingin gjørdist tann fyrsta at lenda á baksíðuni hjá mánanum. Eftir ætlan skal tað ómannaða farið brúka næstu dagarnar uppá at bora eftir tilfari, sum skal takast heim við aftur til jørðina. Tað skrivar The Guardian.
Mánin melur um jørðina við somu ferð, sum hann melur um seg sjálvan. Tað merkir at sokallaða baksíðan ongantíð sæst frá jørðini. Tað ger tað eisini truplari at lenda har, tí einki radio samband er millum okkum og har - ístaðin má mann brúka fylgisveinar at senda boðini víðari.
Mánin er relativt gloymdur, síðani USA og Russland kappaðust um rúmdina undir kalda krígnum. Men áhugin er byrjaður at vaksa aftur hjá fleiri tjóðum. Seinastu ferð eitt menniskja setti fót á mánan var í 1972, men USA hevur ætlanir um at seta menniskju á mánan aftur longu í 2026. Kina hevur somu ætlan í 2030.