Ongi úrslit

KÍ verður ikki longur roknað at vera stórfavorittur

B36 vann stórsigur í Klaksvík í gjárkvøldið, og í dag var tað gott spæl, tá ið Víkingur hevði vitjan av HB

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Um eina viku fara KÍ og HB at spæla stórsteypadyst, og um 13 dagar verður fyrsti landskappingardysturin, tá ið AB annað fríggjakvøld fær vitjan av B68.

Á middegi í dag spældu Víkingur og HB venjingardyst í Sarpugerði. Hóast tað endaði málleyst, so var talan í løtum um gott fótbóltsspæl, og báðir partar høvdu sínar góðu løtur, tá ið tað vóru góðir málmøguleikar.

Millum áskoðararnar í góðu líkindunum í Sarpugerði var B36 venjarin Jákup Martin Joensen. Í gjárkvøldið vóru hann og B36 í Klaksvík, og tað kann ikki sigast annað, enn at talan var um góðan túr, tí B36 vann 3-0. Einki var at síggja til góða álopsspælið hjá KÍ, og meistaraverjan var als ikki so sannførandi, sum hon var í fjør. Dávid B. Andreasen, sum er fluttur úr KÍ og til B36, skoraði aftur í dag, og tá hoyrdust nógvir lógvabrestir. Í Klaksvík er tað misnøgd við at góði miðvallarin er fluttur úr barndómsfelagnum. Hann er fluttur, tí hann í fjør fekk so fáar møguleikar í bestu deildini. Síðani hann kom til B36 hevur hann skorað seks mál í venjingardystum og hevur av álvara tikið av.

Jákup Martin Joensen sigur, at hann var væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum, og at avrikini higartil benda á, at B36 er væl fyri at fara undir nýtt kappingarár. Síðsta vikuskifti vann B36 VFF finaluna móti NSÍ.

-Eg rokni við, at tað verður ein javnari kapping í ár, enn tað var í fjør, og eg rokni við, at tað vera fleiri feløg, sum fara at vera við í kappingini um fremstu plássini. Vit ætla okkum heilt víst at vera við í kappingini um plássini, sum bera europeiskt atgongumerki við sær, sigur Jákup Martin Joensen.

HB venjarin André Olsen er av somu áskoðan sum B36 venjarin:

-Higartil í ár hevur tað gingið soleiðis, sum vit høvdu vónað, og nú telja vit niður til stórsteypadystin, sum vit taka í meiri álvara enn ein vanligan venjingardyst. Okkum restar eitt sindur í álopspartinum, og vit arbeiða við at styrkja um álopspartin við tveimum stpælarum, sigur André Olsen.

Víkingur spældi í dag við nógvum lokalum spælarum, og tað vera fyrst og fremst spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, ið fara at manna liðið. Men tað skiltist í dag í Sarpugerði, at tað er møguleiki fyri, at sáttmáli fer at verða undirskrivaður við onkran spælara útifrá. Vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson er skaddur, og eingin spælarar er enn lagstur afturat fyri Olaf Bárðarson, sum er fluttur til Noregs at spæla fótbólt.

 

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45