Tað endaði við 1-0 KÍ sigri, tá ið klaksvíkingar í kvøld vóru í Gøtu.
Einasta málið skoraði Daniel Johansen í 64. minutti. Eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg og út frá aftur, legði Árni bóltin fyri føturnar á nýggja vongverjanum í vinstru, og mitt fyri og av brotsteigarmarkinum setti Daniel hegnisliga bóltin dygst inn við stólpanum uttan at landsliðsmálverjin í málinum hjá Víkingi sá út til at hava nakran møguleika. Hetta var fyrsta málið hjá Danieli Johansen í bláu troyggjuni, sum hann sær út til at trívast væl í.
-Leingi riggaði tað væl hjá okkum, men síðstu løtuna undan hvíldini vóru teir væl betri við. Eftir steðgin royndu vit at rætta uppá tað og fáa fleiri innlegg, men tað riggaði ikki, sum vit ætlaðu, og so var tað enn einaferð við deyðbólti, at vit skoraðu sigursmálið, sigur Daniel Johansen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM útvarpinum.
-Nú gleða vit okkum at spæla í Europa, og eg eri sera fegin um góðu móttøkuna, sum eg havi fingið í Klaksvík, sigur einasti málskjúttin í Gøtu í kvøld í samrøðu við FM1 útvarpið.
Sigurin ber við sær, at KÍ fer í summarfrí við 46 stigum fyri 16 dystir. Um fjarstøðan til næsta avbjóðaran verður níggju stig ella fleiri enn so fæst at síggja sunnudagin, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali.
Størsta møguleika at skora mál í fyrra hálvleiki fekk Víkingur. Samanspæl í vinstru millum Olaf Bárðarson og Inga Jonhardsson endaði við fløtum innleggi. Stefan Radosavljevic var púra leysur mitt fyri málinum, men hann rakti ikki bóltin nóg væl, og heldur enn í málið fór bólturin langt við síðuna av.
Eftir steðgin vóru klaksvíkingar meiri á bóltinum, og ofta samanspældu teir við stórum toli. Eftir KÍ leiðslumálið fluttu heimamenninir sítt fólk longri fram, men talan varð ongantíð um heilt stóran møguleika.
-Teir vóru omaná í løtum, og vit vóru omaná í løtum, og í stórum løtum gekk tað mesta fyri seg á miðjuni. Í fjør koppaðu sovornir dystir okkum til fyrimunar. Í kvøld spældu vit ímóti Føroya besta liði, og tað koppaði teimum til fyrimunar soleiðis, sum tað ofta ger hjá liðum, sum hava undanvind, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi.
Víkingur – KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Daniel Johansen 64.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic (Ragnar Skála, 77.),– Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen (Jákup Johansen, 76.), Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 76.)
Gult kort: Arnbjørn Svensson
KÍ: Mads F. Jensen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg (Gilli Rólantsson Sørensen, 90.), Hallur Hansson (Filip Brattbakk, 60.), Jákup B. Andreasen (Deni Pavlovic, 86.), René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Dávid B. Andreasen, 86.)
Gult kort: Gaston Nicolas Tellechea, Deni Pavlovic