Víkingur byrjaði við at leggja hart út og fingu fyrsta málmøguleikan í 48. minutti, táið innskifti Finnur Justinussen royndi seg við nærskoti, men málmaðurin, Hannis Matras, stjórbjargaði.
Lítlan minutt seinni fekk Páll Andrasson Klettskarð ein møguleika við einum heilfluktara, ið málmaðurin hjá Víkingi bjargaði í stórum stíli.
Tá tað verður tikið til, at leikarir leggja meir fyri í Klaksvíkskappingini, enn í øðrum vinardystum, er tað ikki uttan orsøk. Í 53. minutti letur Árni Frederiksberg seg ertað av Olaf Bárðarsyni og trýstir hann, so hann fellur niður. Teir endaðu í hornatøkum, men uttan at nakað stórvegis vandamikið spurdist burturúr. Báðir vórðu sektaðir við gulum korti fyri óhøviskan atburð.
Sum dysturin leið, gjørdist KÍ liðið svangari og svangari, meðan Víkingur legði seg onkur aftur á vøllinum og fór í verjustøðu tað mesta av tíðini, ið restaði í. Í 68. minutti javnaði Árni Frederiksberg til 1-1, eftir stutt innlegg frá nýggja KÍ leikaranum Luc Kassi.
Tað skuldi ikki ganga meir enn fýra minuttir, so var Árni aftur í aktión. Hesaferð við innleggið úr síðuni, ið Páll Andrasson Klettskarð stútaði í netið.
Tað er ofta í venjingardystum, at yngri leikarar menna seg og sleppa at royna seg av álvara. Tóki á Lógv, ið enn eigur sín fyrsta almenna dyst við besta mansliðnum á, setti bóltin við finessum upp í handara horn, staddur beint uttanfyri hálvmánan á brotssparksteiginum.
Tá tíggju minuttir restaðu í, fóru liðini at royna seg við langskoti, heldur enn at søkja skjótt uppspæl. Tó eydnaðist tað ongum av liðunum at koma til veruligar málmøguleikar við hesum felagsnevnaranum.
Eftir dystin, handaði borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen, steyp til vinnarar av Klaksvíkskappingini 2023.