Ongi úrslit

KÍ hevur ikki tapt í meiri enn eitt ár

Tað eru 13 mánaðir síðani, at Víkingur vann ímóti KÍ í Klaksvík

Jonhard Hammer
3. juli kl. 16:06

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsti dystur í 16. umfari í bestu landskappingini. Tað verður í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur fær vitjan av KÍ.

KÍ er topplið við 43 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 24 stigum.

Tað er meiri enn eitt ár síðani, at KÍ tapti ein landskappingardyst. Tað var 23. juni í fjør, tá ið KÍ tapti 3-0 á útivølli ímóti HB. Tríggjar vikur frammanundan, tann 2. juni í fjør, vann Víkingur 2-0 í Klaksvík.

Síðani tapið ímóti Víkingi og so HB undan summarsteðginum í fjør hevur KÍ ongan landskappingardyst tapt. Í fjør vann KÍ 12 og spældi ein javnan seinnu kappingarhálvu, og higartil í ár hevur KÍ vunnið 14 og spælt ein javnan.

Tí er KÍ stórfavorittur at vinna í Sarpugerði í kvøld.

Hóast tað hevur gingið striltið hjá Víkingi í ár, so siga tølini, at tað so spakuliga gongur rætta vegin. Burtursæð frá ímóti teprum tapum ímóti HB á heimavølli (0-1) og útivølli (1-2), so hevur Víkingur ikki tapt síðani 12. apríl, tá ið tað í Klaksvík endaði við 2-0 heimasigri.

Hjá Víkingi er Bergur Gregersen uttanfyri við brotnum beini.

Martin Klein Joensen, sum fyri stuttum flutti úr B68 og aftur til Víking, er sjúkur, og Rani Hansen og Bjørn Bjarkhamar eru vøddaskaddir.

Hjá KÍ er Hallur Hansson tøkur aftur eftir leikbann, og Jonn Johannesen er skaddur.

Víkingur – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00     

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

6 tímar síðan

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04

Henrik Old: Frælsið hjá einstaka føroyinginum má koma í fyrstu røð

Í gjár kl. 21:56