Ongi úrslit

KÍ er ósigrað í 45 dystum á rað

Í heimligu kappingunum hava greipuvinnararnir ikki tapt síðani 23. juni í 2024 ella í meiri enn 16 mánaðir

Jóannes Hansen
31. oktober kl. 23:29

Tað er gullrómur í Klaksvík í kvøld. Við 2-0 finalusigrinum ímóti Víkingi á Tórsvølli tryggjaðu klaksvíkingar sær greipuna fyri fjórðu ferð. KÍ vann eisini greipuna í 1966, 1967 og í 1999 ella fyri 26 árum síðani.

Í kvøld vann KÍ steypakappingina fyri sjeyndu ferð. KÍ hevur áður vunnið steypakappingina í 1966, 1967, 1990, 1994,1999 og 2016.

Tað vóru 3500 áskoðarar á Tórsvølli, og har gekk tað fyri seg soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við. Meðan KÍ var í 4-3-3 uppstilling, so var Víkingur fyri tað mesta í 5-4-1 uppstilling. Tað bar við sær, at klaksvíkingar fyri tað mesta vóru á bóltinum, meðan víkingarnir fyri tað mesta vóru í væl skipaðari verjustøðu.

Inntil tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi, sum vardi og dúvaði upp á kontramøguleikar. So var tað, at KÍ fekk hol á, og so broyttust fyritreytirnar soleiðis, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá klaksvíkingum.

Málskjútti var Mads Bo Mikkelsen, sum seinastu vikurnar av álvara hevur vunnið seg inn á liðið. Uppspælið áttu Filip Brattbakk og Daniel Johansen, sum legði bóltin innfyri, og  har takkaði Mads fyri og stýrdi bóltin í málið.

Mads Bo skoraði fyrsta málið í kappingini um løgmanssteypið síðani 5. desember 2020, tá ið hann skoraði 2-0 málið hjá HB, sum vann steypafinaluna ímóti Víkingi 2-0. Hann hevur bara skorað hesi bæði málini í kappingini um løgmanssteypið í 17 dystum.

Mads Bo Mikkelsen var sera eyðsýndur og ein av høvuðsmonnunum í álopsspælinum hjá KÍ. Men tað var ikki fyrrenn vanliga leiktíðin var farin, at tað eydnaðist klaksvíkingum at punktera dystin. Hóast mótstøðumenninir vóru omaná, so lúrdi møguleikin í seinna hálvleiki fyri, at tað kanska kundi eydnast Víkingi at javna, og miðverjin Ingi Arngrímsson var tætt við, tá ið hann úr góðari støðu stýrdi bóltin dygst skeivu megin handara stólpan eftir innlegg úr vinstru.

So var tað, at Páll A. Klettskarð eftir 90 minuttir staðfesti sigurin. Tað gjørdi hann, eftir at innskifti Patrik Johannesen hevði roynt seg, og Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi hevði hálvbjargað.

23. juni  í 2024 tapti KÍ 3-0 í Gundadali ímóti HB. Síðani tá hevur KÍ ikki tapt ímóti føroyskum felag.

Í fjør var talan um 12 sigrar í landskappingini og ein javnleik – 2-2 ímóti B36 í Klaksvík.

Í ár hevur talan verið um 23 sigrar og fýra javnleikir í landskappingini og fimm sigrar í steypakappingini.

KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)

1-0: Mads Bo Mikkelsen 39.

2-0: Páll A. Klettskarð 91.

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

3500 áskoðarar

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen (Patrik Johannesen, 74.), Jákup B. Andreasen (Hallur Hansson, 65.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk (Claes Philip Kronberg, 89.)

Gult kort: Jákup B. Andreasen

Venjari: Magnus Powell

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 82.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen (Rani Hansen, 82.), Olaf Bárðarson (Arnar Brandsson, 92.)

Gult kort: Jørgen Nielsen, Jákup Johansen, Atli Gregersen, Ari Olsen

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47