Leygardagin vóru tey í KÍ leguni í Runavík eftir FM steypinum og gullkrónunum. Tað gekk væl, og eftir 4-2 sigurin fegnaðust tey í Klaksvík um FM heitini bæði hjá kvinnum og monnum, og síðani sunnudagin hevur verið vant og fyrireikað til steypafinaluna ímóti Víkingi í kvøld.
-Tað eru 26 ár síðani, at KÍ vann greipuna, og hóast vit eru ógvuliga fegnir um at hava vunnið FM, sum vit miðvíst hava arbeitt fram ímóti í tað mesta av einum ári, so eru vit ógvuliga uppsettir eisini at vinna steypfinaluna, segði Magnus Powell eftir síðsta bríksl í Runavík.
Meðan søgan er glæsilig í landskappingini, so eru steypahagtølini hjá klaksvíkingum soltnari. Í landskappingini kappast KÍ við HB, sum hevur vunnið FM 24 ferðir. Í kappingini um løgmanssteypið er eingin kapping. Har eigur HB 30 sigrar, meðan KÍ í kvøld hevur møguleikan at vinna steypakappingina fyri sjeyndu ferð. 13 ferðir hevur HB vunnið bæði FM og steypafinaluna ella greipuna, sum beinrakna heitið er á føroyskum fyri tað, sum í Onglandi og í altjóða høpi verður nevnt the double. Kanska var tað fyrrverandi starvsfelagin Hilmar Jan Hansen, sum var tann fyrsti at skriva um greipuna í hesum høpi. KÍ hevur í kvøld møguleika fyri fjórðu ferð at tryggja sær greipuna.
Umframt ímóti HB og B36 í 1966 og 1967 á nýggja vøllinum í Sarpugerði hevur KÍ vunnið fýra finalur í Gundadali.
Tann fyrsta var í 1990, tá ið John Kramer var KÍ venjari, og tað í Gundadali mikukvøldið 22. august endaði við 6-1 sigri ímóti GÍ.
Onnur ferðin var í 1994, tá ið tað mikukvøldið 3. august endaði 2-1 ímóti B71. Ta ferðina legði Jákup Mikkelsen, sum var KÍ málverji, klaksvíkingar á odda við brotssparki. Hetta var síðsti dystur hjá honum, áðrenn hann flutti til Danmarkar, har hann í 2000 var høvuðsmaður, tá ið Herfølge vann mest óvæntaða DM heitið yvirhøvur.
So var tað í 1999, tá ið tað sunnudagin 4. juli endaði við 3-1 sigri ímóti B36. Ta ferðina sendi Jákup á Borg brotsspark omanfyri KÍ málið, sum Stephen Boyle vardi, tá ið støðan var 3-0. Tony Paris var tá venjari í Klaksvík.
Síðsti KÍ sigurin í steypakappingini var í 2016, tá ið Víkingur var mótstøðuliðið, og 1-1 bar við sær brotssparkskapping, sum endaði við, at gøtumaðurin Súni Olsen tryggjaði KÍ fyrsta sigur í steypakappingini í 17 ár.
Tá ið Víkingur og KÍ aftur hittust í steypafinaluni í 2022 var KÍ meistari. KÍ vann gull við 77 stigum, sum framvegis er stigamet, og Víkingur endaði næstfremst við 58 stigum. Kortini vann Víkingur steypafinaluna 1-0.