Ongi úrslit

Keyptu fyri 127 milliardir úr Russlandi

© Illustratión: Alex William fyri Zetland
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 10:30

Børsen hevur í dag hesa grein, um um keyp av olju, gass og kol frá Russlandi:

2025 keyptu ES-limalondini russiska olju, gass og kol fyri umleið 17 milliardir evrur - svarandi til 127 milliardir krónur. Tað vísa nýggjar útrokningar, sum grøni hugskotsstovnurin Ceri hevur gjørt fyri Børsen.

-Tað er vandamikið, at ES eftir fýra ár við kríggi í Ukraina framvegis innflytur russiska olju og gass. Tað eru pengar, sum fara beint í russiska ríkiskassan, og tað ger okkum púra óálítandi, tá vit stuðla Ukraina við aðrari hondini og fíggja krígsmaskinuna hjá Putin við hinari, sigur Peter Mogensen, stjóri í grøna hugskotsstovninum Ceri.

ES er næststørsti keyparin av russiskari orku síðani innrásina. Grafikkurin vísir, hvørji lond og øki tilsamans hava innflutt størstu nøgdirnar av russiskum fossilum brennievni síðani innrásina í Ukraina í februar 2022.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

23 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18

Stefan gevst í Sarpugerði

Í gjár kl. 19:36