Ongi úrslit

Kekkia sigur farvæl við Øskufíu

Kekkia sigur fríggjadagin farvæl við sjónleikarinnuna Libuse Safrankova, sum doyði 9. juni

Sigurjón Einarsson
23. juni 2021 kl. 13:48

Safrankova bleiv 68 ár og er kend fyri sínar mongu leiklutir í kekkiskum filmum. Men filmurin, ið hon gjørdist kendast fyri, var leikluturin sum Øskufía í ævintýrafilminum “Three wishes for Cinderella” ella “Tre nødder for Askepot” á donskum, sum fleiri lond vísa hvørt ár til jóla.

Filmurin kom út í 1973.

Jarðarferðin við kekkisku sjónleikarinnuni verður í Prag fríggjadagin klokkan 16, sum eisini verður send beinleiðis í kekkiskum sjónvarpi.

Søgan um Øskufíu er bygd á klassiska ævintýrið hjá Charles Perrault, ið livdi frá 1628 – 1703. Franskmaðurin Perrault gav kenda fólkaævintýrið um Øskufíu út í 1697. Kekkiski filmurin er bygdur á kenda fólkaævintýrið.

Hevur tú ikki sæð filmin, so kanst tú síggja hann her:

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

Í gjár kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

13 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40