Ongi úrslit

Keith Jarret í Köln í 1975

Filmsfelagið
25. sepember kl. 20:41

Í hesum merkisverda týska filmi, ið byggir á veruligar hendingar, fylgja vit ungu Veru Brandes (Mala Emde) tá hon, átjan ára gomul, skipar fyri víðagitnu Köln konsertini við amerikanska jazztónleikaranum Keith Jarrett (John Magaro), sum í maimánað í ár fór um tey áttati.

Sunleif Leivsson Rasmussen fer at innleiða sýningina, sum verður í Filmsfelagnum mikudagin 1. oktobur.

Týska konsertin bleiv sama ár til dubultu metsølu ECM plátuna ”The Köln Concert”, upptikin í Operahúsinum í býnum. Ummælarar eru samdir um, at plátan er ein av mest týðandi á sínum øki.

Amerikanski jazzummælarin, Tom Hull, sigur, við vísing til Keith Jarrett, at henda konsertútgávan “cemented his reputation as the top pianist of his generation”.

Unga Vera Brandes hevur í 2011 greitt frá í BBC, hvussu trupult tað var at skipa fyri konsertini.

Leiklutin sum Manfred Eicher, ið stovnaði legendariska plátufelagið ECM, ið eisini skapti ein serstakan estetikk við plátuhúsum, hevur Alexander Sheer. Vit síggja eisini Daniel Betts í leiklutinum sum Ronnie Scott.

FILMSFELAGIÐ 1/10 kl 20:00 Köln 75 (Ido Fluk, Týskland 2025 112 min)

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47