Ongi úrslit

Kayla-Megan Burns til Tonik 2026

AI og skapandi vinnur á Tonik 2026: Kayla-Megan Burns við fyrilestri um tónleik, tøkni og AI

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Tonik kunnger nú, at Kayla-Megan Burns verður ein av røðarunum á Tonik 2026. Burns arbeiðir í skeringarpunktinum millum heilafrøði, miðlar og vitlíki (AI) og fer at varpa ljós á, hvussu AI kann ávirka skapandi vinnur – serliga við støði í royndum frá tónleikaídnaðinum.

Á Tonik fer Kayla-Megan Burns at halda fyrilesturin (enskt heiti):

“Learning from Disruption – AI and the Creative Industries”
undirheiti: “Could AI Spark a Creative Renaissance? Lessons from decades of tech disruption in the music industry.”

Í framløguni verður víst á, hvussu tónleikaídnaðurin áður hevur verið broyttur av nýggjari tøkni - frá Napster til streaming - og hvussu vinnan til síðst lagaði seg til nýggjar veruleikar. Men AI er øðrvísi, tí her snýr tað seg ikki bara um útbreiðslu, men eisini um sjálva skapanina. Burns setur tí spurningin, um AI fer at gera mentanina meira einsrættaða - ella um hon kann gerast ein kveikjari til nýggja skapandi menning, um vit velja røttu leiðina.

Kayla-Megan Burns er stovnari av skotsku miðlaframleiðsluni Podplistic og arbeiðir eisini við AI-politikki og EDI-átøkum í sambandi við Royal Scottish National Orchestra. Harumframt hevur Burns verið knýtt at arbeiði við AI-politikki fyri skapandi vinnur í Skotlandi.

Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9 tímar síðan