Ársins sjúkrarøktarfrøðingur hevur til fulnar megnað at menna og profilera
sjúkrarøktaryrkið á ein sera jaligan hátt. Hon er málrættað, semjusøkjandi,
erlig og meistrar í einum ofta pressaðum og hektiskum gerandisdegi at hava
nógvar bóltar í luftini og samstundis finna góðar og haldgóðar loysnir, ið eru
loyalar bæði ímóti ovastu leiðsluni og starvsfólkunum.
Hon er saklig og brúkar nógva tíð og orku til at halda seg dagførda við
nýggjari vitan og gransking. Hon hevur tískil aloftast okkurt gevandi íkast, tá
ið tosað verður um eitthvørt fakligt á deildini – bæði við hagtølum (sum hon
elskar) og øðrum áhugaverdum refleksjónum.
Hon er skjót at hjálpa og útstrálar virkishug og orku hvønn einasta dag.
Onkur hevur so beinrakið sagt, at hon er “límið” á deildini, ið teingir alt
saman – góða trivnaðinum at frama.
Við sínum róliga, klóka og jaliga lyndi hevur hon verið við til at skapa eitt
arbeiðspláss, har trivnaður, virðing, fakligheit og samstarv eru í hásæti.
Hon er ein fyrimynd – bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur, leiðari og starvsfelagi.