Ongi úrslit

Karstin ætlar sær at keypa fleiri spælarar

NSÍ formaðurin fegnast um venjaran og tilgongdina, men hann roknar við, at tað verður neyðugt at keypa onkrar spælarar aftrat

Jonhard Hammer
1. desember 2025 kl. 21:30

Vit fara ikki at spenna bogan fíggjarliga ov nógv.

Tað staðfestir NSÍ formaðurin Karstin Joensen, tá ið vit á tíðindafundinum í NSÍ hølunum hitta hann, eftir at hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við nýggja venjaran, sum eitur Sigurdur Ragnar Eyjólfsson, ið er 52 ára gamal íslendingur.

-Tá ið vit hava prátað við venjaran, so halda vit, at hetta er rætti maðurin fyri NSÍ í tí støðuni, sum vit nú eru í. Felagið og liðið hava flutt seg nógv síðani uppflytingina, og vit ætla at halda fram við at menna felagið og liðið. Vit eru fegnir um, at Marius Kryger Lindh og Viljormur Davidsen eru lagstir aftrat, og vit vóna, at allir teir føroysku spælararnir, sum vóru við í ár, fara at halda fram í felagnum, sigur Karstin Joensen.

Fara tit at keypa fleiri nýggjar spælarar?

-Vit ætla at lyfta okkum í landskappingini, at standa okkum betur í steypakappingini og at røkka longri í Europa, og um tað skal eydnast, so verður tað neyðugt við onkrum spælarum aftrat. Um tað verður føroyskir ella útlendskir spælarar, tað fáa vit at síggja, sigur Karstin Joensen.

NSÍ venjarin undirstrikar, at tað hevur stóran týdning fyri felagið, at tað framvegis verður fíggjarligt skil í tingunum.

-Burtursæð frá Daniel Obbekjær, so koma útlendsku spælararnir, sum vóru við í ár, ikki aftur til felagið. Tí fara vit at fáa aðrar spælarar, og so rokna vit við, at tað fer at vísa seg at hava alstóran týdning, at Viljormur Davidsen er komin aftur til barndómsfelagið. Hann hevur víst, at hann er leiðarin við nógvum altóða royndum, sum vit hava saknað, sigur NSÍ formaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41