Ongi úrslit

Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

Karin Habermehl-Cwirzen, sum er lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, var ein av høvuðsrøðarunum á stóru vísindaráðstevnuni EcoBalt 2025, sum varð hildin í Vilnius í Litava

setur.fo
4 tímar síðan

Á ráðstevnuni, sum varð hildin frá 8. til 10. oktober, vóru granskarar og fakfólk úr Norður- og Eystureuropa, sum arbeiða við burðardygd, umhvørvisvísindum og grønum byggitilfari.

EcoBalt er ein altjóða ráðstevna, sum verður tikin í stórum álvara á hesum økinum, so ynskið teirra at fáa Karina Habermehl-Cwirzen at halda ein av høvuðsfyrilestrunum ber boð um tann vaksandi týdningin, sum granskingin í burðardyggum tilfari á Fróðskaparsetri Føroya hevur. 

Sum lektari á Náttúruvísindadeildini greiddi hon í fyrilestrinum frá nýggjastu granskingarúrslitum sínum. 

Tey snúgva seg um føroyskt basalt sum byggitilfar og um møguleikarnar at endurvinna føroyskt byggitilfar, eitt nú gamalt betongtilfar.

Í fyrilestrinum legði hon dent á, hvussu høgorku-maling (high-energy ball milling) kann gera basalt og endurvunnið betong virkið, so at tey kunnu nýtast aftur sum bindievni í nýggjum betongi.

Lesið samrøðu við Karin á heimasíðuni hjá Center for Physical Sciences and Technology her.

Lesið meira um vísindaliga virksemið hjá Karini her.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35