Misnøgdin hjá NSÍ-fjepparum og leikarum var stór inná dómaran, Kára á Høvdanum eftir dystin millum NSÍ og KÍ seinasta fríggjadag.
NSÍ var á odda 1-0 ímóti føroyameistarunum til 83 minuttir vóru leiktir, tá topskjúttin í Betri deildini, Páll Klettskarð, javnaði. Og djúpt inni í yvirtíðini umsetti Árni Frederiksberg eitt brotsspark til mál.
Í samrøðu við FM1 segði Petur Knudsen soleiðis eftir dystin:
- Í hornasparksstøðu í egnum brotssteigi varð eg fyrst sparkaður niður. Síðani fekk eg nevan. Tað var klárt reytt kort, og so kendu vit okkum snýttar í tveimum støðum, tá ið vit hildu, at tað var brotsspark. Og tá ið teir javnaðu til 1-1, var tað bara maðurin, ið eigur at síggja, sum ikki sá, at talan var um fríspark til okkum, segði Petur Knudsen.
Serliga var misnøgdin við Kára á høvdanum sjónlig á einum manni. Stutt eftir at dysturin varð bríkslaður av, rann Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri hjá NSÍ, inn á vøllin og í tveimum førum royndi hann at fara eftir Kára á Høvdanum, men vaktir og hjálparfólk fingu í báðum førum steðga honum.
- Hatta var ikki í ordan
Kári á Høvdanum sigur við Dimmalætting, at luftin er reinsað millum hann og Eyðstein Skipanes, men at slíkt aldrin skal koma fyri á einum fótbóltsvølli.
- Vit hava loyst tað, sum var ímillum okkum persónliga. Hann ringdi til mín eftir dystin, og vit taka í hondina á hvørjum øðrum næstu ferð, ið vit hittast.
- Tað merkir kortini ikki, at eg haldi hatta var í lagi, sum hann gjørdi. Tað er als ikki har vit eru, sigur Kári á Høvdanum avgjørdur.
- Nú liggur bólturin hjá Fótbóltssambandinum, sum má gera av, um meira verður gjørt við hendingina. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki til málið.
Dimmalætting hevur verið í samband við Kristin Dam Ziska, aðalskrivara hjá FSF. Kristin Dam Ziska kundi ikki koma við eini viðmerking um málið nú, men hevur lovað at venda aftur.
- Tit skuldu heldur skrivað um elendigu dømingina hjá dómaranum
Dimmalætting hevur eisini vent sær til formannin í starvsnevndini hjá NSÍ, Karstin Joensen. Spurdur um hetta fær nakrar avleiðingar fyri ítróttarstjóran hjá felagnum sigur Karstin Joensen avgjørdur, at NSÍ aldrin viðger slík mál í miðlunum, so hann kemur ikki við nakrari viðmerking um avleiðingar.
Karstin Joensen leggur tó afturat, at hann hevur eitt boð uppá eina betri grein hjá okkum á Dimmalætting at skriva um:
- Eg haldi at tað hevði verið passandi hjá tykkum at farið og grópað í dómaraavrikinum í staðin fyri, tí tað var heilt út av lagi vánaligt.
- Tá tit taka hasa hendingina upp ímóti endanum av dystinum, og velja at gera eina søgu burturúr tí, so mugu tit eisini skriva hvør upprunin var til hendingina – tí at vit eru als ikki nøgd. Tá man hevur so nógv uppøst fólk bæði frá heima- og útiliðnum, so er tað okkurt, sum liggur í tí. Tí átti dómarin at hugt inneftir.
- Generelt var hetta nógv tann vánaligasta dømingin, ið eg nakrantíð havi verið vitni til. Hetta var so ekstremt vánaligt, at sannleikin er tann, at onkur átti at hugt nærri at hasin dómaraavrikinum.
Dimmalætting hevur roynt at fingið fatur á Eyðstein Skipanes, men hetta hevur ikki eydnast okkum.