Ongi úrslit

Kanning vísir, at handlar í Føroyum smyrja ikki tjúkt upp á prísin

Kappingareftirlitið sigur, at ongar greiðar ábendingar eru um, at tey, sum selja matvørur í Føroyum, gera sær dælt at støðuni og smyrja tjúkt upp á

Áki Bertholdsen
13. februar kl. 09:45

Ongar greiðar ábendingar eru um, at handlar og heilsølur í Føroyum hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið á matvørum.

Tað er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum, sum arbeiðir við eini stórari kanning, har tey kanna húsarhaldsvørur í Føroyum. Tey viðmerkj kortini, at talan er um ábendingar, og ikki um endaligar niðurstøður.

Kappingareftirlitið sigur, at prísvøksturin er kannaður í teimum londum, haðani vørurnar, sum verða seldar í Føroyum, eru innfluttan.

Og í tí sambandi hevur eftirlitið staðfest, at prísvøksturin hevur verið umleið tann sami - ella størri - í hesum londunum.

Innflutningsprísurin á matvørum til Føroya er eisini hækkaður munandi.

Tí metir Kappingareftirlitið, at ábendingar eru um, at bróðurparturin av prísvøkstrinum verður lagdur á vøruna, áðrenn hon kemur til Føroya.

Kappingareftirlitið vísir eisini á, at síðani 2009 er tøka inntøkan hjá føroyingum hækka meiri enn prísirnir á matvørum eru hækkaðir. Men príshækkingarnar hesi seinastu trý árini hava tikið stóran part av hesum inntøkuvøkstri aftur.

– Príshækkingarnar í seinastuni hava verið so stórar, at tað ikki er løgið, at brúkarar eru vorðnir ørkymlaðir, sigur kappingareftirlitið

Hagtølini vísa somuleiðis, at nýtslumynstrið hjá føroyingum er broytt seinastu árini. Fólk eru farin at keypa størri mongdir av matvørum, tey eru farin at keypa betri mat, ella eitt samanbland av báðum.

– Hetta mynstrið vant upp á seg í 2015 og minkaði so aftur í 2022 - men framvegis er nýtslumynstrið ikki tað, sum tað var áðrenn 2015.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20