Ongi úrslit

Kalsoyingar mugu brynja seg við toli - eitt sindur afturat

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Tað hevur ligið í kortunum, at ein nýggj ferja skal byggjast til siglingina hjá Strandferðsluni upp á Kalsoynna.

Men kalsoyingar mugu brynja seg við toli, tí tað verður ikki heilt enn, at ferjan verður liðug.

Nú fíggjarlógin er til viðgerðar, upplýsir Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at mett verður, at nýggja kalsoyarferjan kann verða klár at taka í brúk í seinnu helvt í 2029.

Hann sigur, at prosjekteringin er liðug, og nú er klárt er at fara undir at undangóðkenna 4-6 útvaldar skipasmiðjur í Føroyum og í norðurlondum, sum sleppa at bjóða upp á ferjuna.

Tilgongdin at undangóðkenna skipasmiður tekur umleið sjey vikur og so er klárt at bjóða byggingina út.

Tilgongdin at bjóða byggingina út tekur 12 vikur. Byggingin er mett at taka hálvt triðja ár og verður byggisáttmáli skrivaður fyrra hálvár næsta ár, kann ferjan verða liðug seinna hálvár í 2029.

Men nýggja ferjan er slóðbrótandi, tí talan verður eum eina el-ferju, sum skal sigla við battaríum.

Hon er 44,2 metrar long og 12,5 metrar breið. Til samanberingar kann nevnast, at Teistin er 45 metrar og hevur somu breidd.

Nýggja ferjan hevur ikki yvirbygning eins og Teistin. Ferjan tekur 240 ferðafólk um summarið og 128 um veturin.

Biladekkið, sum er opið har afturi, tekur 20 vanligar bilar, ella 14 bilar og tveir lastbilar.

Ferjan siglur 11 míl. Tað eru sjey manningarrúm umborð, men ætlanin er, at seks mans verða við um summarið og fimm um veturin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

8 tímar síðan