Ongi úrslit

Kaj Leo fer aftur í løgtingið

Fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum og løgmaðurin, sum hevur verið í farloyvi, verður nú aftur tingmaður

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Kaj Leo Holm Johannesen verður nú aftur at síggja í løgtinginum.

Í dag skrivar Kaj Leo soleiðis á facebook:

Merkiligt í dag tann 20 Dec 2025 havi eg tikið eina persónliga støðu, eg kenni meg nú 100 % kláran, bæði sálarliga og kropsliga at fara í løgtingið aftur.

Hetta hevur persónliga verið ein harður og læruríkur túrur, frá at renna til at ganga, til at ganga við krykkum og so, við sorg í koyristól, nú er nokk grátið, nú verður koyrt aftur á motorin.

Eg gleði meg at heilsað uppá mínar starvsfelagar aftur.

Gott vikuskifti, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í dag.

Síðani løgtingsvalið fyri trimum árum síðani hevur Kaj Leo fleiri ferðir verið í farloyvi, og soleiðis hevur tað verið nú í nógvar mánaðir. Tað kemst av, at hann hevur verið til viðgerð og uppafturvenjing í Danmark og eisini í Føroyum.

Kaj Leo situr nú í koyristóli. Seinastu tíðina hevur tað verið arbeitt við at betra um atkomumøguleikarnar og umstøðurnar hjá teimum í koyristóli í løgtinginum.

Í farloyvistíðini hevur fyrrverandi sambandsformaðurin og løgmaðurin verið rættiliga virkin. Eitt nú hevur hann stovnað felag fyri tey, sum sita í koyristóli, og so hevur hann fleiri ferðir hildið fyrilestrar,

Meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið í farloyvi, hevur Jaspur Langgaard verið tingmaður.

Tá ið tingið fór í jólafrí hóskvøldið, segði Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinna, at tað verður lýst við, nær tað aftur verður tingfundur. Tingið plagar eftir ársskiftið at koma saman aftur eftir 20. januar.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14