Franska stjørnan hevur havt testosteron í blóðinum, ið er á alheims antidoping listanum fyri ólólig rúsevni.
Tað váttar umboðstovnurin fyri antidoping í Italia sambært Reuters og ítróttarmiðlinum La Gazzetta dello Sport í gjárskvøldið.
Eisini Juventus, sum er felagið hjá Paul Pogba, hevur váttað, at umboðstovnurin fyri antidoping í Italia hevur leikbannað Pogba.
Vanliga mannagongdin er, at umboðstovnurin fyri antidoping nú fremur tí sonevndu B-kanningina. Er hon eisini positiv, bíðar ein revsing.
Franskmaðurin kann blíva leikbannaður upp til fýra ár.
Paul Pogba bleiv sambært miðlunum biðin um at gera eina dopingkanning eftir fyrsta dystin hjá Juventus í hesum kappingarárinum, sum varð leikur tann 20. August.