Ongi úrslit

Justin Trudeau trekkir seg sum formaður og forsætisráðharri

Justin Trudeau hevur verður undir stórum trýsti í seinastuni

Ragnar Sjúrðarson
6. januar kl. 21:00

Justin Trudeau fer frá sum formaður í Tí Liberala Flokkinum, og tá nýggjur formaður kemur til, takkar hann eisini fyri seg sum forsætisráðharri.

Tað upplýsir hann á tíðindafundi í Ottawa.

Trudeau hevur biðið kanadiska ríkisumboðsmannin senda Tingið í feriu til tann 24. Mars. Hetta skal geva flokkinum stundir at finna nýggjan formann.

Trudeau hevur verður forsætisráðharri í Kanada síðan 2015. Kanadiska Kringvarpið skrivar, at hann í longri tíð hevur verið trýstur bæði av floksfeløgum og av vánaligum veljarakanningum.

Á tíðindafundinum lýsti Justin Trudeau seg sum ein stríðsmann.

-    Eg havi kempað fyri Kanada og landsins fólki og fyri at styrkja og økja um miðalklassan, segði hann.

Har verður val í Kanada í oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44