Ongi úrslit

Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini verkafólki

Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinna Javnaðarflokkin
4 tímar síðan

Nýggja uppskotið hevur við sær, at hvørja ferð tú fyllir tangan við bensini ella diesel, so sparir tú 100 krónur í mun til í dag. Tað ger sjálvandi mun – ikki minst hjá teimum mongu, sum pendla.

- At lækka prísin á bensin og diesel hjálpir ikki arbeiðandi fólkinum. Hesa útsøgn frá formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag, kundu vit lesa í miðlunum nú um dagarnar. Má viðganga, at eg eri als ikki samd.

Átakið at lækka bensin og diesel komandi tríggjar mánaðirnar er eitt bráðfeingis átak, nú bensin- og dieselprísirnir hækka nærum dagliga orsakað av ótryggu heimsstøðuni.

Ítøkiliga merkir lækkingin, at hvørja ferð tú fyllir tangan við bensini ella diesel, so verður tangin 100 krónur bíligari enn í dag. Hetta gevur fólki møguleikan at nýta sparda peningin til at keypa mjólk fyri ella aðrar gerandisvørur fyri. Tað ger sjálvandi mun – eisini hjá verkafólki.

Vit hugsa kanska ikki um tað, men tað eru hópin av fólki, ið koyra aftur og fram til arbeiðis hvønn tann einasta dag.

Hyggja vit inn á Hagstovuna, so síggja vit, at talið av fólki, ið pendla til arbeiðis ella í skúla, er lægst í Sandoynni, góð 30%, meðan talið í høvuðsstaðarøkinum liggur beint omanfyri 50%. Man ikki onkur arbeiðari er millum hesi? Tølini eru frá fólkateljingini í 2011, men eg hugsi at hetta gevur okkum eina ábending av støðuni.

Haraftrat koyra fólk eisini í frítíðini. Nógvar barnafamiljur kenna til mongu biltúrarnar við børnunum til ymisk frítíðar ítriv fleiri ferðir um vikuna. So tað undrar meg, at sagt verður at hetta als ikki hjálpir vanliga løntakaranum.

Gaman í nevnir formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, at tað hevði hjálpt meir at javnsett tímalønt og fastlønt, tá ið tað kemur til sjúku. Hetta er eitt annað mál, ið vit als ikki eru ósamd í.

 Eyðgunn Samuelsen,

tingbólkaforkvinna Javnaðarflokkin

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10